Vit søkja trupuleikar at loysa
Um tú stendur við einum trupuleika ella tekniskari avbjóðing so kanst tú kontakta okkum. Jú størri avbjóðingin er jú betri er møguleikin fyri at tað loysir seg at brúka tíð uppá uppgávuna.
Bilaleiga (001)
Leiga ein persónbil við manuel gear ella aut. gear fyri ein góðan prís. Vit hava tíverri ongan minibus tøkan í løtuni. Vetrarprísir frá kr. 200 per dag við mánaðarleigu og kr. 350 per dag um leiga verður 1 viku ella meir. Ring 226840 fyri at fáa meiri at vita.

Ráðgeving innan orkusparing (002)
Vit kenna elprísirnir hjá SEV fyri hetta árið men hvussu sær næsta ár út? Fyrireika teg/tykkum til ein hægri prís við at kanna hvat kann gerst við at spara orku. Hetta er fyrst og fremst ætla til fyritøkur og virkir men privat eru eisini vælkomin at fáa ráðgeving.
Bussførari (003)
Bussførari kann koyra nakrar dagar inn ímillum sum avloysari. Hevur fyrr koyrt skúlabørn/turistar/bygdaleiðir. Møguleiki er tó fyri at gera hetta sum fultíðarstarv.
Maskinmeistari/Teknikari/ Elektro Technical Officer innan skipstøkni (004)
Teknikari sum hevur royndir innan skipstøkni millum annað DP2 skipan, Frekvensumformarar, Stýringar av ymiskum slag, Umvæling av skermum/monitorum, KT-loysnir o.s.fr. Allir tekniskir trupuleikar vera loystir – eisini teir trupuleikar sum eingin annar kann finna útav 🙂
Ráðgeving innan tekniskt viðlíkahald (005)
Tað sum er alt avgerðandi fyri livitíðina á einum komponenti/deili er viðlíkahaldið og umstøðurnar. Nógv kann gerst fyri at leingja um livitíðina og tað loysir seg at tilrættaleggja hetta frammanundan og spara nógvan pening.
El-installatør/Tekniskur leiðari (006)
Tað er ein møguleiki at fáa ein teknikara fulla tíð ella part tíð til ymiskar uppgávur. Ring fyri meira info
Goymslufólk/Logistik økonom/Kontórfólk (007)
Goymslufólk við útbúgving sum Logistik Økonom og royndir innan goymslustýring, kundatænastu og avgreiðslu. Kann eisini gera annað kontór ella salgsarbeiði.
Íverksetari (008)
Nýhugsan innan automatisering, framleiðslu, optimering, grøna orku o.s.fr. Hevur tú eina process sum kanska ikki er effektiv ella tíðarhókandi so kann tað vera gott at fáa ein at hyggja uppá hvat kann gerast og meta um hvat hetta kemur at kosta.
Umseting av tekstum: TranslateME (009)
Vit bjóða okkum til at týða at kalla øll sløg av tekstum millum hesi mál: FO, DA, EN. Harumframt hava vit samband við fólk, sum kunnu týða FO-NO, FO-SV og øvut. Vit hava verið til síðani í 2018 og hava týtt alt frá tíðinaskrivum, læknarapportir, skúlabøkur og front- backend á heimasíðum og appum.
Ger og umsiting av heimasíðum (010)
Persónurin hevur nógvar royndir innan ger og umsiting av heimasíðum og eisini til ein lagaligan prís. Hertil kunnu tekstir eisini verða rættskrivaðir og umsettir eftir tørvi.
Leiðari/stjóri (011)
Persónur við nógvum royndum innan leiðslu, undirvísing og økonomi kann taka sær av deildini ella fyritøkuni sum partíðarstarv ella fultíðarstarv.
Rættskriving og umseting av tekstum (012)
Viðkomandi hevur nógvar royndir innan rættskriving og umseting av tekstum til og frá FO, DK og Enskt.
Søla og marknaðarføring (013)
Persónur við royndum innan Sølu og Marknaðarføring og kann eisini gera ymiskt fyrisitingarligt skrivstovuarbeiði.
Ymiskt arbeiði (014)
Persónur sum kann gera nógv ymisk sløg av arbeiði her ímillum krana- og lastbilakoyring, arbeiði við gravimaskinu, málara arbeiði og annað fyrifallandi.
KT og sterkstreymsverkfrøðingur (015)
Persónur sum hevur fleiri ára royndir sum software arkitektur og PLC/software mennari innan alivinnuna v.m. er tøkur beinanvegin.