Spring til indhold

Íleggjarar

Her eru nakrar verkætlanir sum tørva íleggjarar. Nakrar verkætlanir eru nýhugsan har ein fyrst má gera eina prototypu og hereftir at framleiða og eventuelt at selja loysnina. Aðrar eru meiri sum eitt hugskot men tó ítøkiligar.

Verkætlan: 3 loysnir til ymisk endamál

Eftir at hava siglt nøkur ár sum maskinmaður/Elektrikari sær tað út til at eitt maskinrúm verður riki á sama hátt sum teir gjørdu fyri 50 árum síðani. Har er so at siga eingin menning á økinum og nógv kundi veri gjørt fyri at broyta hetta.

  1. Fyrsta loysnin er basera uppá eina app saman við einum dátugrunni. Er sera hent til størri skip og framleiðsluvirkir v.m.
  2. Næsta loysnin finnist einans sum manuel avlesing í dag har hetta kundi veri nógv meiri nýmótans og akkurát. Digitalisering av einum mekaniskum tóli.
  3. Triðja loysnin finnist einans sum manuel avlesing innan skistøkni men kundi veri gjørt elektronisk við fjarsamskifti til evt. kontrolrúm.

Verkætlan: Alternativ loysn innan orkugoymslu

Føroyar eru langt aftanfyri um vit hugsa um loysnir innan grøna orku. Tað eru aðrar loysnir enn tað sum verður umrøtt í miðlunum. Her er eitt hugskot sum kundi veri áhugavert at roynt sum eina prototypu og síðani uppskalera um royndin eydnast. Hetta hevur sera stóran týdning nú fleiri vindmyllur vera uppsettar tí hesar kunnu ikki vera á netinum um eingin goymsluskipan er tøk samstundis. Aftur her krevst at íleggjarar eru til verkætlanina fyri at koma í gongd.

Verkætlan: Sjóarfallsorka

Enn er eingin frammgongd innan sjóarfallsorku sum munar nakað í mun til tørvin í løtuni. Her er ein alternativ loysn sum kann setast í verk innan alt ov langa tíð um loyvir og økir er tøk til hetta.

Verkætlan: Íbúðarbygging í Tórshavn

Her er eitt hugskot til eina verkætlan ið kann dekka ein part av íbúðartørvinum í Tórshavn og kann samstundis vera ein perla tætt uppá miðbýðin. Ring fyri at hoyra nærri.

Fleiri hugskot til verkætlanir eru tøk

Ring fyri at hoyra nærri.