Stovnarin av Freelance.fo er Jan Erik Niclasen, Maskinmeistari BSc – Elektronik Teknikari og Elektronik Mekanikari.
Eg eri heilt vísur í at Føroyar eiga persónar sum hava góðar útbúgvingar, hava góðar hendur, eru specialistar, hava drúgvar royndir og førleikar sum møguliga ikki verða brúktir til fulnar.
Í hesum tíðum er brúk fyri øllum, ungum sum eldri til at dekka tann tørvin sum er á marknaðinum í løtuni. Tað kann vera onkur sum ikki hevur eitt starv í løtuni, er útisiglari ella onkur sum hevur eitt hálvtíðarstarv sum ynskir at bjóða seg framm á arbeiðsmarknaðinum sum sjálvstøðugur tænastuveitari men ikki hevur hug til at stovna sítt egna felag og harvið skulla brúka ein stóran part av tíðini til umsiting so sum rokniskap, MVG-rokniskap, tryggingargjøld, senda fakturar, innkrevja gjøld og so frammvegis.
Freelance.fo er ein pallur har alt slag av tænastum kann vera bjóða framm og tað ger tað eisini lættari hjá Virkjum, Stovnum og privatum at finna tøkar hendur innan tað ávísa øki. Eisini kunnu íleggjarar finna verkætlanir sum kunnu vera áhugaverdar at kannað nærri.
Vónandi verður hendan tænastan væl móttikin í samfelagnum og vit gleða okkum at koma í gongd.