At starvast innan tað øki har ein hevur ein serligan áhuga og kanska eisini ein góðan førleika má vera tað øll ynskja sær. Nú kanst tú skráseta teg hjá Freelance.fo sum tænastuveitari og sjálvur áseta hvat tú kanst bjóða, nær tú ert tøkur til hetta og hvar í landinum tú ynskir at arbeiða.
Send ein e-mail til info @ freelance.fo og skriva eitt sindur um teg og viðheft CV/Lívsrensl
Hetta kunnu arbeiðsgevarar eisini njóta gott av. At fáa ein arbeiðara inn í eitt ávíst tíðarskeið til eina verkætlan ella sum avloysara kann verða við til at fáa arbeiði gjørt skjótt og væl. Tað kann vera sera drúgt at seta starvsfólk í starv og/ella at finna tann rætta til uppgávuna so her vilja vit hjálpa við at tann rætti persónurin verður funnin og kemur í gongd við uppgávuna.
Uppgávurnar kunnu vera ymiskar. So at siga allar tænastur kunnu bjóðast framm og so er tað upp til arbeiðsgevaran at velja tænastuveitaran útfrá útbúgving, royndum ella umdømi.
Tær tænastur vit kunnu bjóða vera lýstar á heimasíðuni so skjótt vit hava tænastuveitaran til uppgávuna.
Arbeiðsgevarar eru eisini altíð vælkomnir at ringja ella skriva til okkum um tað er tørvur á arbeiðsfólki.
Sum nakað nýtt hava vit eisini lagt nakrar verkætlanir út sum tørva íleggjarar.